Fótbóltur
Fótbóltsbarometrið er í botni í Fuglafirði fyri tíðina. Laku úrslitini, sum liðið hevur havt, tykjast hava tikið fótbóltshugin úr bygdini, og hetta speglast aftur í talinum av teimum, sum stuðla liðnum.
Í øllum førum var botndysturin móti VB ikki nakað, sum kundi toga serliga nógv fólk úr stovuni og á vøllin.
Gestirnir grammari
Og skal rætt vera rætt, so sýndi ÍF heldur ikki nakað spæl, sum soleiðis av sær sjálvum var lokkandi fyri áskoðaran. Fyri tað nógva gekk spælið sera óskipað niðan eftir vøllinum, og stinna VB-verjan við Evrard Ble og nýggja Christian Soelberg sum lyklaspælarum kom sjáldan undir nakað, sum líktist trýsti.
Vágbingar tóktust hinvegin vera væl betri fyri enn vertirnir. Hóast heldur ikki teir høvdu nakað stig undan dystinum, og sálarliga styrkin ikki var stórt øðrvísi, enn hon var tað hjá ÍF, so hómaðist alt fyri eitt ein ávís optimisma í teirra spæli. Hóast kantarnir kanska vóru meira miðvallarar enn áleyparar, so gav 4-3-3 skipanin møguleika at spæla breitt niðan móti ÍF-verjuni, og onkrar vandastøður spurdust eisini burtur úr stóra renniarbeiðinum, sum Dan Djurhuus og Henning Joensen framdu.
Tá leiðslumálið kom, var hetta tó heldur úrslit av ósketnum verjuspæli. ÍF verjan heilkiksaði, tá eitt hálvgum miseydnað fríspark varð sent móti brotsteiginum. Tað gav Birgiri Jørgensen møguleika at fáa hoppandi bóltin við inn í brotsteigin, og slíkan møguleika skal Birgir altso ikki hava ov nógvar av. Bólturin varð kanóneraður fram við málverjanum, og so varð mótbrekkan bara enn tyngri hjá ÍF.
Perlu-uppspæl avgjørdi
Restina av dystinum gekk tað sum so bara eina leið. VB royndi fyri tað allar mesta at halda fast um verjupartin, fyri síðani at satsa við kontra-álopum, sum eisini í fleiri førum gjørdust vandamikil.
Fuglfirðingarnir skaptu hinvegin onkra staðni millum lítið og einki. Bartal Eliasen varð heilt skjótt flutur niðan í álopið, og so kundi altíð spælast við longum bóltum. Men samstundis gjørdi tað uppgávuni hjá verjuni rættiliga nógv meira einfalda, nú spælið so miðvíst varð lagt eftir einum og sama leisti.
Deyðsstoytin fekk ÍF, beint sum seinni hálvleikur var byrjaður. ÍF var annars á veg niðan í høgru, men tá VB fekk bóltin, gekk skjótt fyri seg. Henning og Jón spældu skjótt sínamillum, áðrenn Jón sendi framúr diagonalbólt til Dan Djurhuus, sum rann verjuna av, áðrenn hann sendi fram við Emil Toftegaard í málinum.
At ÍF eftir hetta kom meira við í spælið, mundi einamest vera, tí gestirnir nú tóku seg enn longur aftur á vøllin. Tað gav ÍF betri fortreytir at senda bóltar inn móti høvdinum á Bartali, men í alt ov nógvum førum førdi hetta ikki til meira enn fríspørk til vágbingarnar, tá Bartal nýtti kroppin dekan av nógv í luftdystunum.
Tað eydnaðist tó at minka um munin, tá Bartal stútaði hornaspark frá Atla Petersen í kassan, men í aðrar mátar komu teir ikki inn um Marcin Davids, sum í einum tveimum førum togaði heilt stórar bjargingar fram. Og í hinum endanum hevði VB eisini nakrar heilt stórar møguleikar, sum kundu punkterað fullkomuliga. Men spenningurin helt sær til at tað allarseinasta, og so kundu gestirnir fegnast um, at teir ikki longur eru niðasta liðið í deildini. Tann ivasama heiðurin lótu teir nú ÍF um.