Púra vekk í Blitz

Tað var nærum útselt illveðursleygarkvøldið í Rex, tá nýggi bólkurin Blitz spældi til dans. Fólk aftraðu seg ikki við at fara út á dansigólvið henda dag. - Ja, tað kann næstan gerast ein fíggjarligur smeitur fyri byin.fo at hava Blitz spælandi á pallinum, tí í barrini verður sagt, at fólk valdu dansigólvið framum barrdiskin.

 

At bólkurin spælir sera góðan dansitónleik, varð endaliga staðfest í vikuskiftinum. - Og tað ger tað heldur ikki verri, at bólkurin er mannaður av sjeikaligum monnum...

 

Frontfigurur er Jóannes Lamhauge, maðurin ið hittar við lagnum ?Púra vekk í tær?.

Handan trummurnar situr tann altíð sjarmerandi James Olsen.

Høgni Fagraberg, gittarleikarin úr Páll Finnur Páll, er eisini við.

Jens Tummas Næs, sum fleiri kenna frá tíðini við Kjølum og All That Rain, spælir bass.

Á tangentunum finna vit tað nýggja stjørnuskotið Hilmar Kass.

 

Tað verður altso ivaleyst ikki síðstu ferð, vit fara at hoyra frá hesum lovandi bólkinum!