Púra ørt av Kára P. Højgaard

EYSTUROYARTUNNILIN Vit fara aldrin í lívinum at góðtaka ætlanina hjá landsstýrismanninum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya

- Hetta er púra ørt!
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og formaður í Kommunusamskipan Føroya, er púra óvfarin um ætlanina hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, at lata eitt privat felag byggja, fíggja og reka ein Eysturoyartunnil.
Í sambandi við tunnilin ætlar Kári P. Højgaard at smoyggja sær uttanum galdandi lóggávu, og at taka Tórshavnar Kommu av ræði fyri at tryggja sær, at tunnilin kann verða gjørdur ótarnaður.
Á Streymoyarlandinum skal tunnilin upp í Tórshavnar kommunu.
- Tað er Tórshavnar Kommuna, sum er byggimyndugleiki og skal geva loyvi til, at tunnilin kemur upp og verður bundin í vegin á landi, sigur Heðin Mortensen.
Men Tórshavnar Býráð hevur einmælt samtykt at seta nakrar treytir fyri yvirhøvur at góðkenna tunnilin.
Og tær treytirnar eru, at allir innkoyringarvegir til Havnina skulu vera lidnir samstundis sum tunnilin, fyri ikki at elva til ferðsluruðuleika í Havn.

Kári tekur ræðið
Men hesum ætlar Kári P. Højgaard nú at snúgva sær uttan um.
Fyri at tryggja sær, at Tórshavnar Kommuna makkar rætt, ætlar hann nú at taka myndugleikan frá Tórshavnar Kommuna, so at tað verður hann sjálvur, sum kann geva tunnilsfelagnum øll loyvini, sum kommunan annars skal veita.
Á ólavsøku fer Kári P. Højgaard at leggja uppskot fyri Løgtingið um Eysturoyartunnilin.
Í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin vil hava Løgtingið at samtykkja, stendur, at landsstýrismaðurin kann sjálvur geva tunlinum tær góðkenningar, sum kommunurnar annars skulu geva.
Grundgevingin fyri hesum er í tveimum.
Í fyrra lagi kann Kári P. Højgaard sjálvur geva tunlinum øll loyvini, vissi kommunurnar vilja tað.
Í øðrum lagi kann hann gera tað, vissi tað er neyðugt av fíggjarligum orsøkum hjá privata tunnilisfelagnum, ella tað er neyðugt fyri at tunnilin yvirhøvur kann gerast.

Aldrin góðtikið
Borgarstjórin í Havn, og formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at hetta verður aldrin góðtikið.
- Tann fyrra grundgevingin er eitt grundleggjandi inntriv í kommunala sjálvræðið. Endamálið við hesum kann eina og aleina vera at avmontera Tórshavnar Kommunu í sambandi við Eysturoyartunnilin, sigur Heðin Mortensen.
- Men tað sleppur hann ikki, staðfestir hann.
- Tá ið landsstýrismaðurin leggur upp til, at kommunurnar vilja kanska hava hann at geva tey kommunalu loyvini eisini, fær hann tað at ljóða, sum um at hetta er fyri at tæna áhugamálunum hjá kommunum.
- Men hetta er heilt burturvið, tí hóast talan er um størsta verklag í Føroya søgu, fara kommunurnar ikki at avhenda byggimyndugleikan til landið.
- Kommunurnar, sum hava samband við tunnilin er stórar og fult førar fyri at taka tey neyðugu atlit sum byggivald, ið skulu takast.
- Fyri at taka mína egnum kommunu, kann eg eisini staðfesta, at Tórshavnar Kommuna hevur eina nógv sterkjari og professionellari umsiting á økinum, enn hvat landið hevur, sigur Heðin Mortensen.

Óviðkomandi og ósakligt
Men heldur Heðin Mortensen, at fyrra grundgevingin heilt burturvið, heldur hann harafturat, tann seinna er uppaftur verri.
- At landsstýrismaðurin skal taka byggimyndugleikan frá kommununi fyri at taka fíggjarlig atlit til privata felagið, sum skal gera tunnilin, er púra óviðkomandi og ósakligt.
- Hvussu kunnu fíggjarligu viðurskiftini hjá privata felagnum gera tað neyðugt, at
tvangsflyta byggimyndugleikin frá kommununum til landið, spyr borgarstjórin.
- Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at landið vil gera tað lættari hjá privata felagnum og kanska slóða fyri, at innkomuvegir og íbindingar verða gjørdar, sum ikki lúka tær treytir, kommunan annars setir.
- Slíkt kann rætt og slætt ikki góðtakast, sigur Heðin Mortensen.
Hann staðfestir, at innkomuvegirnir mugu vera klárir, tá ið tunnilin er klárur.
- Tað er eingin meining í at tað skal vera skjótt og lætt at koma úr Eysturoy til Streymoy, og so sita føst í einum ferðsluruðuleika norðanfyri Havnina, tí innkoyringarvegirnir ikki eru gjørdir.
- Tosað hevur verið um innkoyringarvegirnir til Havnar í eini 15 ár, men enn er lítið og einki hent, uttan við tí partinum, Tórshavnar Kommuna skuldi gera.
- Landið hevur rætt og slætt einki gjørt og tí hava vit sett hesar treytirnar, sigur Heðin Mortensen.
- Nú ætlar landið so harafturat at skúgva Tórshavnar kommunu til viks. Men tað verður av ongum, at vit lata okkum seta út av spælinum, hvørja ferð, tað tænir einum ávísum landsstýrismanni, sigur Heðin Mortensen.

Einki at reypa av
Heðin Mortensen staðfestir, at landið og kommunurnar hava nógv samstarv og í næstu framtíð er ætlanin atleggja stórmál, sum eldraøkið, undir kommunurnar.
- Í eini slíkari tilgongd er álit ímillum partarnar avgerðandi. Álitið hjá kommununum á landsins myndugleikar er milt sagt einki at reypa av frammaundan. Men verður hetta framt, er tann seinasta restin fokin og tað verður til óbótaligan skaða fyri samskiftið ímillum land og kommunu.
Heðin Mortensen heldur eisini, at tað er ein óskikkur, at landið ger serlógir í samband við einstøk mál.
-Tað er eisini ein spurningur um tað er lógligt, og verðururslitið, landsstýrið tekur kommunurnar av ræðið í sambandi við undirsjóvartunnilin, fara vit at kanna møguleikan fyri at stevna landsstýrinum, leggur borgarstjórin í Havn afturat.
Havnin
skúgvast
til viks

Hetta er tað, Kári P. Højgaard ætlar at fáa Løgtingið at samtykkja og sum hevur loypt hvøkk á Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn. Hann sigur, at hetta er eina og aleina ein roynd av skúgva Havnina til viks.


Grein 15 b.
Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at hann hevur tær heimildir, sum kommunurnar hava til at veita myndugleikagóðkenning viðvíkjandi tunnilsverkætlanini, um so er, at kommunurnar seta fram ynski um tað, ella um so er, at tað er neyðugt grundað á fíggjarlig atlit hjá loyvishava heruppií, at verkætlanin kann fremjast.

Stk. 2.
Avgerðir hjá landsstýrismanninum sambært stk. 1 verða tiknar aftaná, at kommunalu myndugleikarnir eru hoyrdir í málinum. Hoyringsfreistin hjá kommununum í slíkum málum sambært hesi lóg er 4 vikur.

Stk. 3.
Avgerðir, sum landsstýrismaðurin tekur sambært stk. 1, verða tiknar sambært somu reglum og hava sama rættargildi, sum vóru avgerðirnar tiknar av kommununum.”