Vágatunnilin fyllir eitt ár mikudagin. Í tí sambandi hevur leiðslan fyri Vágatunnilin gjørt av, at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin allan sólarringin.
Allar teir 24 tímarnar, skrivað verður10. december 2003, verður tað ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Bilar, sum hava kubba, skulu kortini koyra gjøgnum geilina, teir vanliga brúka, tó uttan at nakað verður kravt fyri tað. Aðrir bilar koyra hinumegin, men taka onga kvittan, sigur leiðslan fyri Vágatunnilin.
Í Vágum verður tað eisini hátíðarhildið, at eitt ár er liðið, síðan oyggin fekk fast samband við meginøkið og gjørdist ein partur av hesum.
Handlarnir í Vágum hava mikudagin opið til klokkan 23.00 á kvøldi, sigur Terji Nielsen, leiðari á Kunningarstovuni í Vágum.
Hann sigur, at tað er ein góður møguleiki hjá fólki at fáa avgreitt nakrar jólagávur ein gerandisdag, tá fólk annars hava nokk at gera og kanska ikki hava frí, fyrr enn handlarnir vanliga lata aftur.
Tað ber til at keypa allar jólagávur í Vágum, vísir Teji Nielsen á. Alt frá osti til borimaskinur fæst í teimum umleið 20 ymisku handlunum í oynni. Og stutt er at koyra ímillum bygdirnar.
Ongum nýtist at ganga svangur hendan dagin, hóast ein ikki hevur beinleiðis innivist ella kennir nakran at støkka inn á gólvið hjá at fáa ein bita. Tí syrgir Hotel Vágar fyri.
Hotellið fer hendan dagin at gera okkurt serligt burtur úr matskránni, greiðir kunnignarleiðarin frá. Eina tunnilsbuffét, ella hvusus tað nú verður nevnt, fer hotellið at bjóða fólki, sum koma framvið.
Kunningarstovan í Vágum gav í farnu viku tað fyrsta eintakið av Vágatíðindum út. Talan er um kunningarblað, sum lýsir tiltøk, sum henda í Vágum hendan mánan. Eitt A4 ark, sum prentað er á báðum síðum og lagt saman. Minnir til sammetingar nakað um Havnartíðindi, ið fleiri kenna, sigur Terji Nielsen, kunningarleiðari í Vágum.
Seinnu árini hevur jólaskipið verður árligur gestur á Sørvági. Og eftir ætlan verður tað eisini soleiðis í ár. Vága Ríðingafelag hevur boðsent jólaskipinum art koma til Sørvágs tann 20. december. Og jólamenninir hava játtað at koma.
Tá jólaskipið er komið til Sørvágs, verða skip og manning heilsað við fýrverkaríi. Síðan verður farið í fimleikarhøllina, har øll børn úr oynni, sum møtt eru upp, fáa jólapakkar, og tey vaksnu fáa ein kaffimunn.