Púra opið í FM kappingini

5-mannafør dreingir: Aftur í dag var tað sannførandi í endaspurtinum hjá vágsdreingjum umborð á Royndini Fríðu.

Sigurin á Jallinum, sum leingi var fremstur, var - sum tíðirnar boða frá - rættiliga tepur, men tá skal havast í huga, at tá ið tað varð farið undir endaspurtin, var Jallurin kanska eina hálva bátslongd frammanfyri Royndina Fríðu.

Á heiðursmerkjaplássunum vóru somu bátar, sum tað vóru á Varmakeldu, og teir komu á mál í nett somu røð: Royndin Fríða, Jallurin og Havfrúgvin.

Úrslitið í dag ber við sær, at tað er púra opið í FM kappingini. Nú er Royndin Fríða á odda, men hon er bara eitt stig frammanfyri Jallin og Blik, sum í dag endaði á fimta plássi, og tað boðar frá, at tað verður sera tætt og spennandi í næstu róðrunum.

 

 

1 Royndin Fríða 04:36.01

2 Jallurin 04:36.15

3 Havfrúgvin 04:38.09

4 Drekin 04:39.15

5 Blikur 04:42.05

6 Teistin 04:43.08

7 Erla Kongsdóttir 04:43.09

8 Frúgvin 04:44.00

9 Svanur 04:44.05

10 Sílið 04:45.19

11 Fípan Fagra 04:48.09

12 Pílur 04:48.20

13 Firvaldur 04:51.20

14 Sandingur 04:51.21

15 Tjógvin 04:56.13

 

Støðan

1 Royndin Fríða 26

2 Blikur 25

3 Jallurin 25

4 Drekin 20

5 Havfrúgvin 14

6 Sílið 12

7 Erla Kongsdóttir 10

8 Frúgvin 5

9 Teistin 2

10 Pílur 1