Hondbóltur
Tað er einki at siga til, um leikararnir hjá VÍF nú hava tað eitt sindur lættari í leiklutinum sum fólkaogn í Vestmanna. Í hondbóltsglaðu bygdini eru heilt nógv, sum við lív og sál fylgja við, hvussu flaggskipini hjá felagnum standa seg, og tí hava bæði leikarar og venjarar verið noyddir at leggja rygg til nógv orð av tí heldur keðiligara slagnum hetta kappingarárið.
Alt hetta tykjast áskoðararnir tó hava gloymt nú. Sunnudagin gjørdist talan um fjórða sigurin á rað, og tá vit sunnukvøldið fingu orðið á John Zachariassen duldi hann ikki, at lagið á leikarunum var nakað væl betri nú, enn tað hevur verið fyrr í hesum kappingarárinum.
- Sjálvur havi eg ongantíð verið við, har tað hevur gingið so illa, sum tað hevur gjørt í ár. Eitt árið, tá spælt varð eftir gomlu reglunum, mátti VÍF spæla endaspælið í niðara bólkinum, men tað eru hampuliga nógv ár síðani, sigur hann.
Eftir tapið fyri Kyndli í byrjanini av grundspælinum viðgongur John, at tað sá sera svart út hja´vestmenningum, men hann heldur, at alt hetta vendi, tá tað eydnaðist at vinna útidystin móti Neistanum.
- Sjálvandi mátti Neistin tann dystin spæla uttan Dragisa, Heina og Karl Oddmar, men talan varð um eitt vendipunkt hjá okkum. Vit søgdu aftaná, at nú skuldi Kyndil bara missa trý stig, og tað hildu vit ikki vera so órealistiskt.
- At tað so hevur gingið somikið skjótt seinastu vikurnar, sum tað hevur, kom kanska eitt sindur óvart á, men eitt nú hava hoyvíkingar verið okkum ein góður stuðul í hesum.
Púra kaldir
Men hóast gongdin nú hevur viðført, at vestmenningarnir sjálvir kunnu gera av, hvussu ovarliga teir enda, so tykist hetta á ongan virka soleiðis, at leikararnir eru lyftir upp frá í ovfarakæti.
- Vit hava verið langt niðri í ár, so eg haldi, at vit taka tað púra róligt.
- Enn hava vit so ikki funnið nakað stórspæl fram, og tað skal nógv pussast av, áðrenn vit kunnu sýna sama spæl, sum vit gjørdu móti StÍF í grundspælinum. Tað er einasti dysturin í ár, har eg haldi vit veruliga hava spælt væl, sigur hann.
- Men nú fáa vit at síggja. Í løtuni er lagið í øllum førum gott, og vit hava sum sagt fingið gullmøguleikan aftur, men lætt verður tað ikki. Vit hava framvegis dystir eftir móti øllum hinum trimum oddaliðunum, og har mugu vit stig, um vit skulu enda ovastir, sigur altso John Zachariassen at enda.