Í kvøld fara Barack Obama og Mitt Romney til Boca Raton í Florida, har tann seinasti sjónvarpsdysturin undan valinum verður. Hesaferð skulu teir kjakast um uttanríkispolitikkin.
Tann seinasta meiningakanningin, sum sjónvarpið NBC og blaðið Wall Street Journal hava gjørt, vísir, at undan tí seinasta sjónvarpskjakinum er púra javnt millum tey bæði valevnini við 47 prosentum í part.
Eygleiðarar siga, at tað hevur sjáldan verið so javnt so stutt undan einum forsetavali sum hesaferð. Teir siga, at avgerðin kann fella í nøkrum fáum statum so sum Ohio, Virginia og Florida. Sum er er Obama á odda í Ohio, Romney í Florida, og í Virginia er javnt.
So skjótt sjónvarpskjakið er av, halda Obama og Romney fram við tí vanliga valstríðnum. Obama skal vitja statirnar Ohio, Colorado, Florida, Nevada og Virginia, og Romney fer til Nevada, Virginia og Ohio.