Púra hol í høvdið hjá pensjónistum

Gjaldið, sum pensjónistar fáa úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, kundi verið minst 1000 krónur hægri um mánaðin. Men ístaðin fyri at betala pengarnar út í pensjón, verða teir lagdir til viks til verri tíðir, men tá verður yvirhøvur ikki so nógv brúk fyri hesum slagi av pensjón, sigur Hendrik Old, formaður í Vinnunevndini hjá Løgtinginum

- Hetta er fullkomiliga hol í høvdið.

Hendrik Old, sum bara hevur eina góða viku eftir sum løgtingsmaður, heldur at Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin er farin heilt yvir gevind.

- Sum støðan er nú, betalir grunnurin ikki meiri enn gott helvtina av pengunum, hann fær um árið, útaftur til pensjónistar.

- Restin verður goymt til framtíðina. Men um nøkur ár hava næstan øll sínar egnu pensjónsskipan og tá verður yvirhøvur ikki brúk fyri Samhaldsfasta í sama mun, sum nú, sigur løgtingsmaðurin, sum eisini er formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum.

Hendrik Old sigur, at tá ið Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin varð settur á politisku dagsskránna síðst í áttatiárunum, var politisk semja um, at grunnurin skuldi miðja eftir at betala 95% av inngjaldinum útaftur í pensjón.

Men so kom løgtingsval og ætlanin um grunnin datt burtur og tá ið tann nýggja lógin, sum nú er í gildið, varð samtykt, stóð onki um hetta.


Pensjónistar fáa alt ov lítið

Hendrik Old sigur, at hann hevur leingi havt varhugan av, at tað, sum verður goldið úr Samhaldsfasta til pensjónistar, er ógvuliga lítið afturímóti tí, sum verður goldið inn, tí bæði løntakarar og arbeiðsgevarar betala inn í grunnin.

- Eg havi fingið upplýst, at av tí, sum verður goldið inn í grunnin, verður ein alsamt minni partur goldin út aftur í pensjón.

- Og í ár havi eg fingið at vita, at bara 62% av tí, sum verður goldið í grunnin, verður betalt út aftur í pensjón.

Í hesum sambandi hevur hann fingið at vita, at í ár verða 225 milliónir betaltar inn í samhaldsfasta, men bara 115 milliónir verða útgoldnar aftur í pensjón. Sostatt goymir grunnurin yvir 100 milliónir, bara í ár.

Hendrik Old sigur, at orsøkin til tað er, at Samhaldsfasti vil styrkja seg og savna pengar saman, so at hann framvegis er mentur at betala pensjón um nøkur ár, tá ið talið av pensjónistum er nógv størri, enn tað er nú.


Lítlan týdning um 30 ár

Hann heldur, at tað er heilt burturvið, at Samhaldsfasti skal leggja so nógv til viks, fyri at brynja seg til ein trupulleika, sum vit fáa um 30 ár.

Hann heldur, at um 30 ár verður ikki brúk fyri Samhaldsfasta í sama mun, sum nú.

- Allir partar í samfelagnum eru púra samdir um, at allir løntakarabólkar skulu gera sínar egnu eftirlønarskipan, har hvør løntakari skal betala eini 15% av lønini í ein eftirlønargrunn.

-Tað er longu nú soleiðis, at nógvir bólkar hava rættiliga góðar pensjónsskipanir og um 30 ár eru helst allir bólkar komnir upp á eitt rímiligt støði í eftirløn.

- Tá verða tað bara heimagangandi húsmøður og fólk, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum av ymsum orsøkum, sum ikki hava eina góða pensjónsskipan.

- Tá verður yvirhøvur ikki brúk fyri Samhaldsfasta í sama mun, sum tað er nú.

- Sostatt er tað nú, at pensjónistar hava brúk fyri útgjaldið úr Samhaldsfasta ímeðan nógv enn ikki hava so góðar pensjónsskipan, sigur Hendrik Old.

Av tí sama heldur hann, at tað er púra burturvið, at útgjaldið úr Samhaldsfasta ikki er væl hægri enn tað er, tí tað er ongin orsøk til at leggja so nógv til viks, leggur hann afturat.

- Tað er ongin orsøk til, at fólk nú skulu betala í grunnin til at betala til pensjónistar um 30 ár, sum uttan iva tá hava eina góða pensjónsskipan frammanundan.

- Tað er óskiljandi, at fólk, sum onga pensjón hava nú, skulu betala til fólk, sum hava eina góða pensjón um 30 ár, leggur hann afturat.

Hann heldur, at gongdin nú er tekin um, at onkur hevur misskilt ætlanina og endamálið við Samhaldsfasta, tí hann heldur ikki, at tað er nøkur orsøk hjá Samhaldsfasta at leggja upp fyri einum ovurstórum tali av pensjónistum, har teir allarflestu hava eina fína pensjónsskipan frammanundan.

Hann heldur, at nú nógv verður tosað um pensjónir og nú, vit eru í valstríðið, heldur hann avgjørt, at hetta er ein spurningur, sum tað er vert at leggja upp til kjak um – og tað verður við hesum gjørt. Les eisini greinina “Noyðast at byrgja upp fyri eldrabylgjuni”.