Nú er Klakvíkar Sjónleikarafelag farið undir seinastu sýningarnar av svarta skemtileikinum »Pør«, sum verður spældur í Spaniastovu, sum í hesum sambandi er riggað til eina enska pubb. Spælt hevur verið í kvøld, og spælt verður aftrat í annaðkvøld klokkan 20 og sunnukvøldið klokkan 19.
Hóast tað er ein breti, ið hevur skrivað leikin, og hann gongur fyri seg í einum sera enskum pubbumhvørvi, er tað eingin forðing fyri at fáa nógv burturúr, tí tey flestu kenna annaðhvørt seg sjálvan ella onnur aftur í teimum sera beinraknu leiklutunum.
Leikurin hevur fingið stak góð ummæli og er dúgliga róstur, so einki er at siga til, at so at siga allar sýningarnar higartil hava verið útseldar. Bæði høvuðsleiklutir og annars størri og smærri leiklutir eru sera væl spældir, og leikararnir eru komnir so væl frá uppgávuni, at fleiri av áhoyrarunum bæði hava flent og grátið
Høvuðsleiklutirnar hava Astrið Gullborgardóttir og Jan Gardar, og hini eru so Jógvan E. Ósá, Adelborg Linklett, Jógvan Brim Joensen, Jórun Ljósstein, Hans Hjalti Skaale, Eliana Svøðstein, Høgni Olsen, Erla Jacobsen, Karl Martin Poulsen, Karola Lydersen og Kristian D. Heinesen.
Íslendski leikstjórin, Saga Jónsdóttir, ið tríggjar ferðir fyrr hevur lagt teimum lag á í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, er aftur leikstjóri hesa ferð. Ikki kann sigast annað, enn hon kennir leikin út og inn, tí sjálv hevur hon sum sjónleikari verið á palli við honum ikki færri enn 130 ferðir!