Hóast tað gongur væl hjá Finni Justinussen í løtuni, so er ein, sum altíð er klárur at greiða frá, hvat áloyparin burdi gjørt øðrvísi. Tað er nevniliga ein av monnunum, sum skoraðu í steypafinaluni í 1996. Júst sum Finnur gjørdi í ár.
– Eg og babba plaga at tosa saman aftaná dystirnar. Hann plagar at vera raskur at fortelja mær, hvat eg skuldi gjørt øðrvísi. Og eg royni at lurta, hóast tað kann vera torført at fáa at vita, hvat mann ger skeivt, men klári eg at lurta, so læri eg nokk okkurt, staðfestir Finnur Justinussen.
– Eg kann siga, at tað gongur væl hjá honum, men eg haldi mann gott kann siga, hvat hann kundi gjørt øðrvísi. Tað sær út sum, at hann roynir at lurta, tí onkuntíð síggi eg okkurt, sum eg havi fortalt honum, staðfestir Símun Petur Justinussen.
Um gongdina hjá Finni heldur pápin, at tað onkursvegna er hansara skuld, at sonurin skorar so nógv mál.
– Nú havi eg reypað í so nógv ár. Tí er bara eitt at gera, nú hann hevur fingið møguleikan, staðfestir erni pápin.










