- Pápi verður hálshøgdur í morgin

Ein undarlig søga at borðrreiða við ein skírismorgun, heldur onkur, men vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri kalda veruleikanum í hesi søgu. Lítla Jamal Sabat smílist røsk, tá myndamaðurin hjá Reuters er á vitjan. Men hetta er ikki ein glað genta, tí í morgin - langa fríggjadag - skal pápi hennara, Ali Hussain Sabat, hálshøggjast í Saudi Arabia.

Sakførarin hjá tí deyðadømda, May el-Khansa, sigur, at myndugleikarnir í Saudi Arabia hava sagt, at deyðadómurin verður fullførdur í morgin, og hesi boð hevur familjan hjá honum nú fingið.

Tað hevur ikki eydnast at fáa kongin í Saudi Arabia, Abdullah, heldur ikki forsætisráðharran, Saad Hariri ella forsetan, Michel Suleiman, at broyta dómin.

Bæði sakførarin og familjan hjá tí 48 ára gamla fyrireika seg nú til, at hansara dagar eru taldir.

Ali Hussain Sabat er úr Libanon og var ein umtóktur programmleiðari í sjónvarpsrøðini, Sheherazade, sum varð send um eina satelit-rás í Beirut. Her kundu fólk ringja inn, og hann spáddi um framtíð teirra.

Deyðadómurin fall í Saudi Arabia í fjør, har Sibat hevði verið pílagrímsferð. Hann varð kendur aftur av løgregluni, tikin og dømdur fyri gand ? ella ?troldom?.

Undir avhoyringunum varð hann biðin um at skriva niður tað, hann hevði arbeitt við í sendingini, og honum varð lovað, at gjørdi hann tað, skuldi hann sleppa heimaftur um nakrar dagar.

Tað var millum annað hetta skjalið, hann sjálvur hevði skrivað, ið varð brúkt sum prógv ímóti honum í rættinum og gjørdist soleiðis atvoldin til, at hann varð dømdur til deyða.

Bæði Amnesty International og Human Rights Watch hava verið uppi í málinum, men uttan úrslit, skriva keldur.