Trý fólk úr somu bretsku familju druknaðu í eini vanlukku í svimjihyli á Costa del Sol í Spania.
Vanlukkan, sum hendi seinnapartin í gjár jólaaftan, hevur kostað einum pápa og tveimum børnum hansara, 16 og níggju ár, lívið.
Sambært fyribils upplýsingum fekk níggju ára gamla gentan trupulleikar við at koma upp úr hylinum. Beiggi hennara og pápin royndu at hjálpa henni upp. Men øll trý vórðu funnin lívleys í hylinum, skrivar bretska sjónvarpsstøðini BBC.
Starvsfólk á hotellinum og bjargingarfólkini, sum komu á staðið, royndu at geva fyrstuhjálp, men megnaðu ikki at bjarga teimum trimum.
Eygnavitni og serliga mamman og triðja barnið fáa sálarhjálp.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at orsøkin til vanlukkuna ikki enn er staðfest. Men tað kann ikki útilokast, at tað hava verið trupulleikar við pumpuskipanini í hylinum.
Bretska familjan hevði verið á jólaferð í býnum Mijas á Costa del Sol í Suðurspania í nakrar dagar, tá vanlukkan hendi.
/ritzau/dpa