Pápi mín Kristinn Johnsson

Pápi mín Kristinn Johnsson var ein sjálvstýrismaður, sum var sera errin av landi sínum, Føroyar. Honum dámdi væl at vitja norðuri við Gjógv, har hann hevði nógv góð minni frá sínum ungu og eldri árum.

Pápi mín var ein góður pápi og vísti tað í gerðum og orðum. Hann var eitt menniskja, sum út frá sínum lívstreytum og lívskorum gjørdi tað besta fyri síni nærmastu. Hann var ein fryntligur, trúgvandi og hjartagóður maður við nógvari lívsmegi og lívsgleði umframt einum óendaligum áhuga í øllum, sum lívið hevur at bjóða. Hann elskaði at lesa bøkur og hava drúgvar og djúpar samrøður við onnur fólk um alt møguligt, tað verið seg politikk, lívsáskoðan ella vísind. Fótbóltur og ítróttur sum heild hevði eisini hansara heilt stóra áhuga.

Samstundis fari eg eisini altíð at minnast pápa mín sum ein stoltan mann við einum sunnum lívsstíli, risasterkum vilja og drívmegi. Eitt satt náttúrumenniskja, sum elskaði langar gongutúrar í føroysku fjøllunum. Eg minnist enn, tá eg sum barn ein kaldan og vátan føroyskan summardag var við honum á veg niðan á Slættaratind, og komnir hálva leið niðan fór eg at grenja um, at eg var kaldur um føturnar. Hann hugdi at mær og segði, at eg ikki skuldi geva upp, fyrr enn vit vóru komnir heilt niðaná. At enda komu vit heilt niðan á toppin, og við vakra útsýninum sat eg hjá honum, meðan hann hitaði føturnar hjá mær, so túrurin oman aftur skuldi verða lættari.

Men hann var ein treiskur maður. Kenslurnar sótu ikki altíð uttaná, og í mótráki tímdi hann ikki at brúka tíðina til at taka synd í sær sjálvum. Pápi mín var úr einum ættarliði, sum sær eitt sindur øðrvísi upp á kenslulívið. Hann kundi flenna eitt sindur eftir nútíðar menniskjanum, sum altíð skal kjakast og viga alt eftir kenslunum hjá fólki. Einaferð segði hann mær, at nógv fólk í dag gráta um ting í lívinum uttan at hugsa um, hvussu gott tey í veruleikanum hava tað.

Síðstu ferð eg møtti honum við góðari heilsu, var tá familjan hjá okkum kom saman, og eg fekk hann við út at renna ein 6 kilometra langan túr við heyggjarnar á suðurfjóni. Á hesum rennitúrinum við róligari ferð kundu vit kanska fáa møguleikan at tosa um lívsins viðurskiftir. Men tá vit byrjaðu, setti hann fulla ferð á niðan gjøgnum ta fyrstu brekkuna fyri at vísa mær, at hann framvegis kundi fylgja við mær, sjálvt um hann júst var fyltur 60 ár. At enda kom hann tivandi aftan á mær á mál, og eg var eitt sindur keddur av, at vit ikki fingu prátað saman um lívið, bara vit báðir. Men tá eg líti aftur, vísti hann mær, hvussu tú við góðum treysti kanst kempa, líkamikið hvussu nógv árini eru blivin. Pápi mín var við til at geva mínum lívi megi og fløva, og tað fari eg altíð at vera takksamur fyri.

Tá eg møtti honum á sjúkrahúsinum í Hvidovre, varð eg sera keddur um at síggja mín enn lívsglaða pápa í nógvari pínu. Djarvur stríddist hann móti eini sjúku, sum ikki gav honum nakran møguleika fyri at yvirliva. Síðsti ferð eg sá hann við viti og til reiðar áðrenn skurðviðgerðina, segði hann við nógvari pínu við meg: “Nær byrjar fótbóltskappingin?” Hetta skuldu gerast hansara seinastu orð við meg, og fyri mær kennist tað ótrúligt, at hann kundi liggja har við so nógvari pínu og hugsa um nakað, sum eg setti so stóran prís uppá í mínum gerandisdegi. Áhugin fyri tí, sum var uttanfyri, fylgdi honum til tað seinasta.

Pápi mín var sjúkur í 13 dagar og vaknaði ongantíð frá skurðviðgerðini, og eg haldi, at hann til tað seinasta vónaði at yvirliva. Dagin eftir sovnaði pápi mín stillisliga inn í deyðan uttan nakrantíð at hava hoyrt diagnosuna krabbamein.

 

Sorgin

Eg siti í dag við eini kenslu av órættvísi, tí eg ikki fekk nóg nógva tíð saman við honum, áðrenn krabbasjúkan uttan ávaring tók hann frá mær. Longsulin og sorgin um bara at kunna tosa við og síggja pápa mín einaferð afturat er ikki til at bera.

Sorgin um, at tað menniskjað ikki er til longur, fer altíð at vera har, men eg eri komin eftir, at tá tað er eitt sindur fráliðið, kann sorgin um tað at missa ikki máta seg við gleðina, ið var undan henni. Hetta fann eg út av við at seta mær sjálvum tann einfalda spurningin: “Vildi eg havt verið hann fyriuttan og harvið sloppið undan hesi sorgini?” Tað vildi eg so avgjørt ikki, og í dag stendur sorgin fyri mær sum heimleysur kærleiki.

 

Eftir pápa mín sita mamma mín, 5 børn og 9 abbabørn.

Ærað verið hansara minni.

 

Julian