Stjórnarkreppa er í Íslandi, nú Bjørt Framtíð beint eftir midnátt fór úr stjórnini, sum tískil hevur mist meirilutan, skrivar Morgunblaðið.
Orsøkin er, at Benedikt Sveinsson, sum er pápi Bjarna Bænadiktsson, forsætisráðharri, hevur skrivað undir eina áheitan um at reinsa ein dømdan pedofil fyri ákærurnar móti honum og at ”endurreisa hansara æru,” sum tað stendur í áheitanini.
- Hetta var seinasti dropin, og vit vóru samd um, at hetta kundi ikki ganga longur, sigur Guðlaug Kristjánsdóttir, forkvinna í Bjørtu Framtíð við mbl.is.
Bjørt Framtíð heldur, at forsætisráðharrin átti at havt kunnað stjórn sína um, at pápi hansara hevði undirskriva hesa áheitan, heldur enn at tey skuldu fáa tað at vita frá løgmálaráðnum.
Bjørt Framtíð metir hetta at vera eitt stórt álitisbrot og hevur tí tikið seg úr stjórnini hjá Bjarna Bænadiktsson.
Stjórnin hjá Bjarna Bænadiktsson hevði einans ein meiriluta á ein tinglim og tí er meirilutin fokin, nú teir fýra altingslimirnir hjá Bjørtu Framtíð hava tikið sín stuðul til stjórnina aftur.
Viðreisn, sum hevur sitið í trýflokkasamgonguni saman við Sjálfstæðisflokkinum og Bjørtu Framtíð, heitti í nátt á forsætisráðharran um at skriva nýval út.
Tað er ikki meiri enn eitt lítið ár síðani val var í Íslandi seinast. Tað var 29. oktobur í fjør. Sjálfstæðisflokkurin vann valið og fekk 29 prosent av atkvøðunum. Viðreisn, sum er sprottið úr Sjálfstæðisflokkinum fekk 10,5 prosent og Bjørt Framtíð fekk 7,2 prosent. Grøni flokkurin er størsti andstøðuflokkur við sínum 15,9 prosentum, Piratflokkurin fekk 14,5 prosent, Framsóknarflokkurin fekk 11,5 prosent og Samfylkingin 5,7 prosent.
Tað tók drúgva tíð at samráða seg til eina stjórn og ikki fyrr enn 10. januar kunngjørdi Bjarni Benediktsson, at hann skuldi standa á odda fyri hesi trýflokkasamgonguni.