Pápi Chelsea leikara burturfluttur

Pápi Chelsea miðvallaran, John Obi Mikel, er helst blivin burturfluttur í heimlandinum Nigeria. Hóast John Obi Mikel visti av tí, so valdi hann at spæla móti Stoke í gjár.

 

Pápin kom ongantíð heim frá arbeiði fríggjakvøld og leygarmorgunin fekk John Obi Mikel boðini, at pápin helst er burturfluttur. Hóast tað, so valdi nigeriski landsliðsleikarin at spæla við móti Stoke í einum dysti, sum endaði við málleysum javnleiki.

 

Familjan hevur einki hoyrt frá burturflytarunum, men váttar hendingina sambært The Guardian. Pápin er oddamaður í eini flutningsfyritøku í Nigera.