Pápi Adele sleppur ikki at síggja komandi abbabarnið

Skjótt fer 24 ára gamla bretska songkvinnan Adele, at føða sítt fyrsta barn.

 

Tó skal faðir hennara als ikki vænta at sleppa at síggja barnið.

 

Tá ið Adele var barn, vendi faðir hennara, Mark Evans, brádliga familjuni bakið og fór frá teimum. Adele hevur ongantíð fyrigivið pápanum hesa gerð.

 

Sjálvur sigur Mark Evans við Sunday Mirror:

- Tað fyrsta, ið eg hugsaði, tá ið eg fekk hesi gleðiligu tíðindini at vita, at hon var við barni, var, at eg gjørdist sera glaður hennara vegna. Móðir mín segði mær tíðindini. Men meðan vit tosaðu, varð eg greiður yvir, at Adele ikki sjálv tímdi at siga mær tað. Gleðin hjá mær bleiv til sorg.

 

Serliga er tað tankin um, at hann ongantíð sleppur at síggja sítt egna abbabarn, ið tyngir Mark Evans sera nógv um hjartað.

 

- At vera ein partur av lívinum hjá mínum abbabørnum er mítt allar størsta ynski. Men veruleikin er, at eg kanska ongantíð sleppi at kenna míni abbabørn, og tað ger meg sera harman, sigur Mark Evans.

 

(Skrivað hevur Neli Heldarskarð)