Páparættindi stóran áhuga millum manna

Eitt stúgvandi fult Miðlahús er í løtuni karmur um fyrilestur um rættindi hjá pápum til barnið, tá hann ikki livir saman við mammuni Fyri løtu síðan varð hol sett á fyrilestrarnar hjá Javnstøðunevndini, sum hava til endamáls at økja á kunnleikan um rættindi hjá pápum, umframt at lýsa støðuna hjá føroyskum pápum.

Annað framløgufólkið er Jørgen Lorentzen, søgufrøðingur og granskari við lærda Háskúlan í Oslo.

Hann fer at greiða frá leiklutinum sum pápi og rættindi hjá pápum í søguligum og nútíðarhøpi.

Lene Moyell Johansen, løgfrøðingur og fulltrúi hjá Ríkisumboðnum fer at greiða frá Foreldramyndugleika og samveru.