Pápar fara ikki í barnsburðarfarloyvi

Í fjør áttu pápar bara 6,01% av útgjøldunum hjá barsilsskipanini.

Tað upplýsir Johan Dahl, landsstýrismaður, nú Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hevur biðið hann greiða frá umstøðunum hjá barsilsskipanini.

Og Johan Dahl leggur afturat, at parturin hjá pápunum av útgjaldinum úr barnsburðarbrunninum, hevur verið alsamt minkandi seinastu árini, tí í 2011 áttu páparnir 6,69% av útgjøldunum og í 2010 áttu teir 6,95%.

Tølini fyri 2010 og 2011 eru fyri alt árið, men talið fyri 2012 er fyri 11 mánaðir. Teir arbeiðsgevarar, ið hava søkt fyri pápar, eru ikki við í hesum tølum, og tølini skulu tí lesast við ávísum fyrivarni, sigur Johan Dahl.

Verður barnsburðarfaroyvini hjá pápum víst í døgum, vísir uppgerðin, at í 2011 áttu pápar í miðal 5,8% av samlaðu barsilsdøgunum í 2011, men talið fyri 2010 var 6,2%.

Hægsta miðalprosentið av samlaðu barsilsdøgunum hjá pápum var í 2008, tá ið talið var 6,7%, men síðani hevur talið verið fallandi.

Í fjør vóru annars 324 pápar í farloyvi.

Annars upplýsir landsstýrismaðurin, at í fjør var inngjaldið til Barsilsskipanina 90.957.565 krónur og útgjaldið úr skipanini var 72.188.710 krónur.

Men seinastu tíðina eru lønirnar hækkaðar og sostatt verður inngjaldið mett til at vera 93.231.504 krónur í ár.

Mett verður somuleiðis, at talið á føddum børnum verður nakað tað sama í ár sum í 2012 og tískil verður útgjaldið úr Barsilsskipani í 2013 verður umleið 82 milliónir í ár.