Kári P. Højgaard hevur verið ein av fremstu talsmonnum fyri at gera hesa verkætlan á privatum grundarlag. Men nú tá kanningin hjá Landsverki, sum John Johannessen, fyrrverandi landsstýrismaður í Innlendismálum bað um, er almannakunngjørd, so tykist pípan hjá Kára P. Højgaard hava fingið annað ljóð.
Tá trøini fyri nøkrum árum síðani vuksu inn í himmalin – og alt bar til – var politiskur meiriluti fyri, at privatfólk skuldu sleppa at gera hesa verkætlan og harvið vinna fitt av peningi. Tað luktaði longu frá byrjan, tá ognarlutir hjá stigtakarum og nevndarlimum fingu ov stóran týdning fyri ætlanina.
Men alt hetta er nú sópað av borðinum við fráboðanini hjá landsstýrismanninum í innlendismálum. Tí nú bendir alt á, at verkætlanin verður fram av tí almenna.
Og tað er helst longst sum best. Tær báðar tunnilsverkætlanirnar, sum eru framdar við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum hava víst, at tann leisturin bar til.
Sambært kanningini hjá Landsverki, so er tað møguligt at útvega munandi bíligari fígging, um tað er tað almenna, sum kemur at eiga og reka Skálafjarðartunnilin. Verður hann á privatum hondum, uttan at tað almenna á nakran hátt er uppií, so fer meirkostnaðurin at liggja millum 400 og 800 milliónir, vísir kanningin hjá Landsverki. Fyri brúkaran fer munurin at merkja, at tað fer at kosta 37,8 krónur at koyra ígjøgnum ein almennan tunnilin, meðan tað kostar 79 krónur at koyra ígjøgnum tann privata.
Um hetta er munurin, so er valið eyðsýnt.
Landsstýrismaðurin hevur eisini spælt við tankanum um at leggja allar tunlarnar í eitt felag og at lata inntøkur frá øllum tunlunum fíggja samlaðu ætlanina, sum eisini skal fevna um Sandoyartunnilin. Hetta er sjálvandi ein leistur, sum órógvar fólk í Norðoyggjum og í Vágum, tí hetta er ikki í tráð við ta avtalu, sum varð gjørd. Men eyðsæð er, at skulu hesar báðar stóru verkætlanirnar við Sandoyar- og Skálafjarðartunlunum fremjast, so skulu heilt serlig stig takast.
Í so máta er hendan frágreiðingin eitt gott og hent íkast til kjakið.