Ár er umliðið.
So brádliga og óvæntað,
vart tú ikki meir
Hóast heilsuni bilti
og lívid tyktist torført,
so kendist tað hugstoytt
- á ein hátt órættvíst
at eisini tú vart farin
- so tómt á Heyggi
Tú kendi eisini tómleikan,
sorgina og saknin.
Mamma fylti so nógv
- var so nógv fyri okkum.
At beiggi gjørdist sjúkur
og eisini var tikin frá okkum,
var ikki minni smeiturin.
Tær untist 7 abbabørn
- sást tey vaksa til
- ein barnavinur burturav
- vart nógv um tey.
Nógvir haga- og Tangatúrar,
sum tey minnast við takksemi.
Tókst hond um faðirleysu abbabørnini
og borðreiddi mangan døgurðabitan
- rós fái tú fyri tað.
3 langabbabørn
- so lívsjáttandi.
Tú lívgaðist upp
- Vildi ynskt tú upplivdi tað fjórða og..
Arbeiðslívið gjørdist fjølbroytt
spennandi og mennandi.
Strandingur gjørdist 3. barnið títt
- í samfull 42 ár.
Áhugi og umsorgan
fyri skipi og manning
var undrunarverd.
Babba, eg síggi teg fyri mær
- eftir bygdavegnum
- tínir dagligu túrar.
Hyggi inn á gólvið
- tú leggur kabal
- fæst við at matgera
- ella var tað rokniskapurin.
Kvæða- ella Kingobókin lá har stundum
- ein slíkan tokka tú hevði
til hesa gomlu mentan.
At hoyra tína reinu rødd
var ein fragd fyri oyra
- babba, tú var ein hugnaligur maður
og inniblíður, sum mamma, var tú.
Nú eru tit øll farin
- komi altíð at sakna tykkum
- havi lært at liva við sakninum!
Babba, takk fyri tað, tú vart
og fyri alt, tú lærdi meg
Dóttir tín