Pínligt tap fyri Manchester City

Manchester City varð spælt av Allianz Arena í Munchen og tapti greitt. Í seinna hálvleiki vildi Carlos Tevez ikki hita upp og Edin Dzeko skeldaðist við Roberto Mancini. Manchester United javnaði í evstu løtu moti FC Basel.

 

Fyrri hálvleikur var bara nakrar minuttir, tá David Silva fór umkoll í Bayern Munchen brotsteiginum. Tað var fyrrverandi Manchester City verjuleikarin, Jerome Boateng, sum gjørdi taklingina, men hann slapp við skrekkinum, tí dómarin bríkslaði ikki fyri brotssparki.

 

Bayern Munchen kom fyri seg sum hálvleikurin gekk og sjey minuttir fyri tíð kom hol á, tá Mario Gomez varð fyrstur á ein retur. Tað var hann aftur sjey minuttir seinni og so var 2-0.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki skifti Roberto Mancini framherjan, Edin Dzeko, út. Hann var í øðini tá hann var útskiftur. Í hansara stað kom Nigel de Jong. Stutt eftir vildi Manchester City venjarin hava Carlos Tevez at hita upp, men hann vildi snøgt sagt ikki.

 

Bayern Munchen hevði ikki trupulleikar av at halda Manchetser City frá fatinum restina av dystinum. Spurningurin er nú hvat hendir í Manchester City eftir rokið á bonkinum í seinna hálvleiki.

 

Grannarnir úr Manchester United vóru á odda 2-0 í hálvleikinum, men eitt korter inn í seinna hálvleik javnaði FC Basel. Løtu seinni fekk FC Basel brotsspark, sum Alexander Frei umsetti til mál. Ikki fyrr enn í seinasta minutti av vanligari leiktíð megnaði heimaliðið at java til endaliga úrslitið 3-3.

 

Bólkur A:

 

Bayern Munchen – Manchester City 2-0 (2-0)

1-0 Mario Gomez, 38

2-0 Mario Gomez, 45

 

Napoli – Villareal 2-0 (2-0)

1-0 Marek Hamsik, 14

2-0 Edsion Cavani, 17 br

 

Støðan:

1 Bayern Munchen 6 stig

2 Napoli 4

3 Manchester City 1

4 Villareal 0

 

Bólkur B:

 

CSKA Moskova – Inter 2-3 (1-2)

0-1 Lucio, 6

0-2 Giampaolo Pazzini, 23

1-2 Alan Dzagoev, 45

2-2 Vagner Love, 77

2-3 Mauro Zarate

 

Trabzonspor – Lille 1-1 (0-1)

0-1 Moussa Sow, 31

1-1 Gustavo Colman, 75 br

 

Støðan:

1 Trabzonspor 4 stig

2 Inter 3

3 Lille 2

4 CSKA Moskova 1

 

Bólkur C:

 

Manchester United – FC Basel 3-3 (2-0)

1-0 Danny Welbeck, 16

2-0 Danny Welbeck, 17

2-1 Fabian Frei, 58

2-2 Alexander Frei, 60

2-3 Alexander Frei, 75

3-3 Ashley Young, 90

 

Otelul Galati – Benfica 0-1 (0-1)

0-1 Bruno Cesar, 40

 

Støðan:

1 FC Basel 4

2 Benfica 4

3 Manchester United 2

4 Otelul Galati 0

 

Bólkur D:

 

Lyon – Dinamo Zagreb 2-0 (2-0)

1-0 Baféimbi Gomis, 23

2-0 Bakary Kone, 42

 

Real Madrid – Ajax 3-0 (2-0)

1-0 Cristiano Ronaldo, 25

2-0 Kaka, 42

3-0 Karim Benzema, 49

 

Støðan:

1 Real Madrid 6 stig

2 Lyon 4

3 Ajax 1

4 Dinamo Zagreb 0