Pínist í hálvan minutt

Jødarnir kalla tað kosher, muslimarnir rópa tað halal og í Føroyum eitur tað at svæva. Gransking í Ný Sælandi staðfestir, at seyður kann pínast upp í hálvan minutt, um hann bert verður svævdur

Eitt ljóst gimburlamb er lagt á flettingarborðið. Lambið gevur eitt lítið jarm og hyggur seg í kring í síni trongu støðu.

So verður knívurin stungin niður í hálsin beint frammanfyri fremsta hálsgeislan.

Søti blóðlukturin byrjar at spreiða seg í kjallaranum, meðan blóðið fossar undan holinum, har knívurin varð stungin ígjøgnum. Undir stendur eitt smábarn og rørir í blóðinum, sum spakuliga byrjar at klumpast.

Seyðurin ger nøkur spjett, og seinastu rundu myrku sparlarnir koma út úr endatarminum á doyggjandi gimburlambinum.

Nústani nú er pínist lambið ikki longur. Tað hevur mist vitið og er doyggjandi.


Pínast leingi

Hendan støðan kemur meira enn so fyri í Føroyum. Fólk spara patrónina burtur, tá tey fletta, og tí verður seyðurin bara svævdur.

Sosialurin hevur verið í samband við fólk, sum av ymiskum orsøkum svæva allan seyðin, ið verður flettur.

Hesi fólkini halda uppá, at seyðurin ikki kennir til sín eftir umleið eitt sekund aftaná, at skurðurin er gjørdur. Men vísindaligar kanningar av seyði í Ný Sælandi staðfesta, at verður seyður bara svævdur, so pínist hann í hvussu so er í 10 sekund, áðrenn vitið fer frá doyggjandi seyðinum. Samstundis, sum tað kunnu ganga upp til 29 sekund, um skurðurin ikki er fullkomin.

Tað vil siga, um ikki báðar æðrarnar upp í høvdið eru heilt skornar av.

Orsøkin, til at seyðurin framvegis veit til sín, er, at iltað blóð framvegis er í høvdinum.

Craig Johnson, professari, sum stóð á odda fyri kanningum við sláturneytum í Ný Sælandi, og sum saman við øðrum við heilakanningum fann prógv fyri, at neyt uppliva eina ógvusliga pínu fyrstu løtuna, um tey verða skorin á háls, greiðir Sosialinum frá, at hann ikki ivast í, at teirra úrslit – sum prógva ógvusliga pínu hjá neytum – kunnu førast beinleiðis yvir á seyð.

Men viðvíkjandi tíðini við pínu hjá seyði, vísur hann til kanningarnar, sum onnur hava gjørt, og sum eru ávístar omanfyri.


Roks at skjóta

Men hóast tað í Ný Sælandi eru funnin prógv fyri, at seyður pínist upp í 10 sekund, tá hann verður svævdur, og tað vanliga verður mett skeivt – um ikki ólógligt – at svæva seyð uttan at skjóta hann fyrst í Føroyum, so eru fleiri, sum bara svæva seyðin.

– Fyrr svævdi eg ikki veðrarnar, tí eg helt, at hornini fóru at vera fyri, men nú svævi eg alt. Tað er nógv skjótari og lættari. Eg sleppi undan at brúka hálvar dagar at skaffa patrónir til seyðabyrsuna, og meðan eg fletti, sleppi eg undan øllum roksinum, sum er við at skjóta. Tú kanst jú risikera, at tú ikki rakar heilt rætt, og so gongur long tíð, áðrenn tú hevur løtt og skotið aftur, so seyðurin ikki pínist meira, sigur ein flettari, sum Sosialurin hevur verið í samband við.


Gott at skjóta

Hóast Criag Johnson vísir á, at tað kann geva ávísar trupulleikar, tá mann skjýtur, so heldur hann, at tað er gott at skjóta seyðin.

– Tað kann sjálvandi geva onkrar trupulleikar við trygd, men undir øllum vanligum umstøðum, skuldi tað verið nøktandi at skjóta, metir professarin.

Hesum tekur Bergur Hanusson, djóralækni í Føroyum, undir við, tí hóast tað næstan altíð eydnast væl, tá fólk skjóta, so kunnu mistøk henda.

– Tað kann koma fyri, at fólk ikki raka heilt rætt, tá tey skjóta, og tá er tað nærum altíð, tí at skotið verður ov langt frammi, staðfestir Bergur Hanusson.

Hann leggur afturat, at kemur blóð gjøgnum nøsina á seyðinum, so er heilt víst at seyðurin ikki er deyður. Men undir vanligum umstøðum eigur hetta ikki at henda.


Doyr beinanvegin

Tá flettarin, sum ikki hevur tíð at skjóta, verður spurdur, hvat hann heldur um kanningarnar á Ný Sælandi, sum staðfesta, at seyður pínist í umleið 10 sekund, tá hann verður svævdur, er flettarin avgjørdur.

– Eg trúgvi ikki heilt upp á hatta. Eg síggi á seyðinum, at tað ikki gongur meira enn umleið eitt sekund, til seyðurin ikki kennir til sín.

Víðari metir hann, at tað ikki er verri at svæva seyð enn nógv annað.

– Vit skjóta ikki toskar, sum eru umleið líka stórir sum summi gimburlomb, sigur hann.

Ein annar, sum ikki skjýtur seyðin, greiðir frá, at hann ikki veit, hví hann bara svævar.

– Tað er nakað eg altíð havi gjørt, men eg veit ikki ordiliga hví, sigur hann.

Tó leggur hesin afturat, at tað er bíligari at svæva, tí patrónir kosta pening.


Ólógligt at svæva

Ongin lóg beinleiðis staðfestir, at seyður skal skjótast, áðrenn hann verður svævdur, men í kapitli 2, grein 8 í lógini um vernd av djórum frá 1985, er soleiðis tilskilað: »Tann, sum ætlar at avlíva eitt dýr, skal vissa sær, at dýrið verður dripið so skjótt og pínuleyst sum gjørligt.«

Og sambært Bergi Hanusson, djóralækna, er tað at fara út um hetta mark, um persónar ikki tíma ella vilja skjóta seyðin.

– At svæva verður ikki roknað at vera so pínuleyst og skjótt sum gjørligt, og hetta siga ivaleyst allir djóralæknar, sigur Bergur Hanusson avgjørdur.

Birna Mørkøre, landsdjóralækni, tekur undir við øllum tí, sum Bergur Hanusson, djóralækni, sigur, og mælir til, at allur seyður verður skotin fyrst og síðani svævdur.


Ongin dømdur

Men um tú verður dømdur, um onkur meldar teg fyri djórapínslu, tí tú hevur svævt ein seyð, er ilt at siga. Ongin, sum Sosialurin hevur verið í samband við, dugir at vísa á nakað dømi, at nøkur tílík sak hevur verið, og helst verður tað heldur ikki í ár, tí sláturin er farin aftur um bak hjá teimum allar flestu.

Men í aðrastaðni í ríkinum – í Danmark – er tað beinleiðis lógligt at svæva djór, bara tað er við átrúnaðarligum endamálum.