Nakrir irakar, sum vórðu píndir í einari bretskari fangalegu fyri fimm árum síðani, fáa endurgjald Bretska verjumálaráðið hevur játtað at rinda teimum píndu irakunum næstan 30 milliónir krónur í endurgjaldi.
Irakarnir vórðu tiknir í Basra har suðuri í Irak í 2003, og í 36 tímar vóru teir fangar hjá teimum bretsku hermonnunum.
Ein av irakunum doyði seinni, og líkskoðanin vísti, at hann hevði 93 løstir. Millum annað hevði hann brotið nøsina og eitt rivjabein.