Pólverji skal hvessa FSV

FS Vágar hevur til hetta kappingarárið fingið tilgongd av ein pólverskum áleypara, sum ætlandi skal verða ein týðandi liður í strembanini eftir plássi í Formula-deildini komandi kappingarár.
Andrzej eitur spælarin, og hann kom til landið við Norrønu í farnu viku. Umvælingin av Norrønu hevði annars við sær, at spælarin var seinkaður í tvær vikur, men nú er hann so til reiðar at tørna út fyri nýggja felagið. Tað skuldi eftir ætlan verið móti B71 um vikuskiftið, men tann dysturin varð avlýstur vegna kava.