HM Í HONDBÓLTI
Í gjár spældu Pólland og Týskland HM-finalu í manshondbólti. Fyri nógvar føroyingar var tann dysturin kanska ikki so áhugaverdur. Ivaleyst fylgdu fleiri við í bronsudystinum millum Danmark og Frakland.
Men tað vóru tó nakrir, sum gleddu seg sera nógv til finaluna. Póllendingarnir á Skipasmiðjuni á Skála hava fylgt spentir við í HM kappingini, nú teirra lið hevur klárað seg so væl. Teir eru allir sveisarar, sum arbeiða við nýggja skipinum, sum skal smíðast á Skála. Skála Skipasmiðja hevur leigað póllendingarnar frá einari pólskari skipasmiðju.
Einans ein dugir enskt
Sosialurin var umborð á “Explorer”, sum er hotellskipið hjá póllendingunum, meðan dysturin var. Undirritaði nýtti hendan góðan tíman saman við póllendingunum á Skála umborð á Explorer, sum liggur við kei á Skipasmiðjuni.
Umleið 25 póllendingar sótu saman í stovuni og hugdu. Teir hava eitt sjónvarp við alskyns rásum, og teir sóu dystin á einari týskari rás.
Tað var einans ein av teimum, sum dugdi so frægt enskt, at undirritaði kundi samskifta við hann. Hesin maðurin var í góðum lag, og hann hevði latið seg í pólsku landsliðsblusuna til høvið.
Póllendingarnir vóru blíðir, og teir heilsaðu allir, tá ið undirritaði og myndamaðurin komu inn.
Tað var tó ikki tíð til nógv prát tá, tí at dysturin var farin í gongd. Teir fylgdu allir spentir við. Ein sat við trummum, sum hann bankaði uppá, hvørja ferð Póland skoraði.
Teir skeldaðu allir hart, tá ið dómarin ikki floytaði teimum eftir vild, ella tá ið pólsku leikararnir gjørdu ein tekniskan feil.
Serligt móti Týsklandi
Í steðginum fekk undirritaði tíð til at tosa eitt sindur við póllendingarnir.
- Tað er heilt serligt at spæla móti Týsklandi. Teir eru okkara størstu kappingarneytar. Í Póllandi dámar ongum týskarar, tí at Týskland fór inn í Pólland undir seinna heimsbardaga. Vit vilja tí gjalda teimum aftur við at vinna HM í hondbólti. Tú kanst kalla hetta eina uppgerð við Týskland, sigur póllendingurin, sum tosar enskt.
Hann hevur lært enskt í skúlanum. Hinir eru allir eitt sindur eldri, og tí hava teir ikki lært enskt.
- Fyri einans gott 10 árum síðani var Pólland undir kommunistiskum stýri. Tá lærdu vit ikki enskt í skúlanum men russiskt. Teir eldru menninir hava ikki havt enskt, meðan hinir bara ikki hava fylgt nóg væl við í skúlanum, sigur hann við einum smíli.
Hondbóltur er annars ikki nøkur stór ítróttargrein í Póllandi.
- Tað er ikki so kent í Póllandi. Fólk íðka meira fótbólt, flogbólt og basketball. Men nú, tá ið Pólland hevur klárað seg so væl, hevur áhugin verið stórur.
Arbeiða 68 tímar um vikuna
Póllendingarnir trívast annars væl á Skála, hóast teir ikki hava so nógv at gera eftir arbeiðstíð.
- Vit arbeiða 12 tímar um dagin og 8 tímar leygardag. Sunnudag hava vit frí. Tað gongur væl við skipinum, og vit halda tíðarætlanina.
- Tað er ikki so nógv at gera her eftir arbeiðstíð. Eingin pubb ella matstova, sum vit kunnu fara á. Vit eru bara umborð á hotellskipinum og hyggja sjónvarp. Vit sparka tó fótbólt í høllini tvær ferðir um vikuna. Tað er hæddarpunkti í vikuni, sigur hann.
Teir eru hampiliga væl nøgdir við umstøðurnar umborð á Explorer.
- Tá ið vit komu, vóru umstøðurnar alt annað enn góðar. Men teir hava umvælt alt inni, og nú er tað heilt í ordan, sigur hann.
Teir eru allir burtur frá familjuni í fleiri mánaðir. Hetta er sjálvandi torført, men pengarnir draga.
- Tað er hart at vera burtur frá familjuni. Tit hava eisini so keðiligt veður í Føroyum, so vit sakna Pólland. Men her er betri løn enn í Póllandi, so eg fari at taka mær frí, tá ið eg komi heim, sigur hann.
Nøgdir hóast silvur
Seinni hálvleikur fer í gongd aftur. Pólland fær eina sera vánaliga byrjan eftir steðgin, og einu løtuna eru teir aftanfyri 21-14. Hetta hóvaði ikki póllendingunum á Skála, og teir skeldaðu óført. Pólsku leikararnir megnaðu tó at koma aftur inn í dystin. Teir vunnu seg upp á 21-22, og tá var rómurin øgiligur umborð á Explorer. Menn byrjaði at trúgva uppá tað aftur, men júst tá dróg Týskland frá aftur og til endans gjørdist talan um tryggan 29-24 sigur til Týskland.
Póllendingarnir á Skála vóru skuffaðir, men eftir eina løtu sást gleðin tó aftur á andlitunum á teimum.
- Vit eru hóast alt stoltir av, at teir vunnu silvur. Tað er flott av Póllandi at klára seg so væl í slíkari kapping, søgdu teir.
Teir stillaðu allir glaðir upp til eina mynd, áðrenn vit fóru av skipinum aftur.










