Hósdagin 19. oktober klokkan 13 fer eitt ókeypis, spennandi og viðkomandi tiltak av bakkastokki, sum Krabbameinsfelagið skipar fyri í Vági.
Tiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Tiltakið leggur dent á venjingar, sum geva styrki og konditión.
- Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann verða saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
Í Krabbameinsfelagnum vísa tey á, at rørsla og styrkivenjing hava stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Í samband við tiltakið verður vant í Pálshøll í Vági týsdagar klokkan 13 í svimjihyli og hósdagar klokkan 13 í høll. Venjari er Sigurð Marner Simonsen, fysioterapeutur.
- Kundi tú hugsað tær at fingið meiri at vita um rørsluátakið - ella hevur tú spurningar um tilboðini hjá okkum - kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið.