Pálshøll 1 ár

Føroya fyrsti langhylur hevur eitt ár á baki.

Tað er í hesum døgum eitt ár síðani, at Føroya fyrsti langhylur, Pálshøll, lat upp.

 

Pálshøll hevur navn eftir Pál Joensen.  Vágbingar eru stoltir av dugnaliga svimjaranum, og tóku seg saman um at byggja langhyl. Pálshøll, ið hevur 50 metra hyl, er fyri stóran part bygd við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

 

Høllin verður hitað við avlopshita frá SEV verkinum, ið er granni hjá Pálshøll.