Kári Thomsen, ráðg., Agenda 21 Stovan
-------
Pálmuolja, ið oftast gongur undir felagsheitinum vegetabilsk olja, er nokk heimsins mest brúkta plantuolja, men eisini ein orsøkin til at regnskógir hvørva, áhaldandi veðurlagsbroytingar og at upprunafólk mugu rýma frá teirra búplássum.
Pálmuolja finnist i matvørum og tílíkum sum t.d. margarin, barnagreyt, sukurlátu, popkorn, chips, keks og køkur og aðrar vørur, og gongur oftast undir navninum vegetabilsk olja ella plantuolja.
Næstan øll pálmuolja stavar frá Indonesia og Malaysia. Í báum londum verða regnskógir áhaldandi høgdar niður, og er hetta megin orsøkin til at regnskógir hvørva í stórum. Upprunafólk, ið liva í regnskógarøkjum eru millum heimsins fátakastu og bundin at teim úrdráttum regnskógirnar geva teimum av mati, heiluvági, amboðum og byggitilfari.
Lívfrøðiliga margfeldi er annars sera stórt í regnskógarøkjum, men við áhaldandi felling av skógunum minkar margfeldi, ið aftur við sær eina afturgongd í samlaðu lívfrøðini.
Ein kendur skabningur, ið einans finnist á oyggjunum Borneo og Sumatra, er hóttur á sítt tilverugrundarlag. Talan er um apuna Orangutang, ið ikki kann verða regnskógirnar fyriuttan, skal hon framhaldandi verða ein av heimsins íbúgvum.
Regnskógirnar í Indonesia og Malaysia vaksa í mýru- og vátlendum, ið hava í sær stórar nøgdir av koltvíiltu (CO2). Tá skógirnar verða feldar latast út stórar nøgdir av koltvíiltu úr vátlendunum. Pálmutrøðini binda langt frá somu nøgd av koltvíiltu sum vanliga regnskógin, og hevur hetta m.a. vi sær at langt stórsti parturin, heili 80% av útlátum av veðurlagsgassum stava frá skógarfelling og broytingum í jarðarbrúkinum. Av hesi orsøk liggur Malaysia á einum triðjaplássi fyri heimsins mest dálkandi lond tá tað snýr seg um veðurlagsgassir.
Flestu matoljur eru heilsugóðar. Pálmuolja er tó eitt undantak tí innihaldið av mettaðum feittsýrum er áleið líka stórt sum í t.d. vanligum mjólkarfeitti. Aðrar matoljur hava vanligt stórar nøgdir av ómettaðum feittsýrum, ið likamið tolir væl betur. Flest øll vita at mettaðar feittsýrur økja um kolestorolnøgdina í blóðinum og við tí vandan fyri aðra- og hjartasjúkum.
Fyri einum ári síðan brúkti hvør normaður góð 3 kilo av pálmuolju. Hetta er við miðvísari kunning og upplýsing bert eftir einum ári minkað niður í 1 kilo. Verða norsk tøl brúk til okkara viðurskifti, so brúka vit umleið 150 tons av pálmuolju um árið. At støðan er broytt samsvarandi norskum tølum fyri í ár, kann ein ivast í.
Um tú sum vanligur brúkari ynskir at fáa gjølliga kunning um vandarnar við áhaldandi at brúka pálmuolju, kann tú vitja norsku heimasíðuna hjá brúkarasamtakinum Grøn Hverdag.
Á hesu leinkju finnur tú pálmuoljuvegleiðingina har tú kann síggja hvørjar matvørur hava í sær pálmuolju. Ein pálmuolju APP kundi verði hentur, men hann finnist ikki enn – men er ávegis.
www.gronnhverdag.no/nor/Palmeoljeguiden