Pólland vann sannførandi á Danmark

Pólska U21 landsliðið, sum fríggjakvøldið akkurát kláraði javnleik á Tórsvølli, vann í dag greiðan sigur móti Danmark

Tað verður ofta tikið til, at mangt er løgið í fótbólti. Fyri gott og væl tveimum mánaðum síðani spældi føroyska U21 landsliðið á heimavølli móti Danmark, sum tá vant burturúr føroyska liðnum við at vinna 3-0 sigur.

 

Í kvøld hevur sama danska U21 landsliðið spælt á útivølli móti Póllandi, ið fríggjakvøldið spældi 2-2 javnleik móti Føroyum á Tórsvølli. Har hendi tað merkisverda, at Pólland vann greiðan 3-1 sigur móti Danmark. Í tí dystinum var Pólland á odda 3-0, og tað var ikki fyrrenn í yvirtíðini at Danmark minkaði um munin til 3-1.

 

Eisini var merkisvert at danski profilurin, Kasper Dolberg, í dag var við danska U21 landsliðnum. Hann hevur annars mestsum bara spælt við danska a-landsliðnum, og fekk í fjør av álvara sítt gjøgnumbrot í altjóða fótbólti við hollendska felagnum, Ajax. Men sjálvt við honum, eydnaðist tað ikki hjá donsku U21 dreingjunum.

 

Tó skal sigast at síðani dystin móti Danmark á Tórsvøllli, hevur U21 landsliðið fótað sær av álvara, har liðið er ósigrað síðani tann dystin. Fyrst spældi U21 landsliðið 1-1 javnleik móti Finnlandi á útivølli, síðani vunnu Føroyar 3-1 móti Georgia á heimavølli, og fríggjakvøldið spældi U21 landsliðið 2-2 javnleik á heimavølli móti Póllandi, har Pólland ikki fekk útjavnandi málið fyrrenn í evstu løtu.

 

Tí liggur í luftini at Føroyar koma at fáa betri úrslit móti Danmark, næstu ferð liðini hittast. Tað verður tann 15 oktober í 2018, tá Danmark og Føroyar bresta saman í Aalborg til seinnu uppgerðina í EM-undankappingarbólkinum.