Páll veit hvat hann ger

Sandoyar Tjóðveldisfelag stendur aftanfyri sín mann, Páll á Reynatúgvu, í málinum um tunnil til Sandoynna, og forkvinnan, Meiken Krabenhøft sigur, at Páll á Reynatúgvu hevur skrivað undir, og veit hvat stendur um ætlanirnar, so hann veit hvat hann ger

Meiken Krabenhøft, forkvinna í Sandoyar Tjóðveldisfelag, sigur, at felagið bakkar Páll á Reynatúgvu upp.

Páll á Reynatúgvu hevur eftir øllum at døma ikki latið seg taka av fótum av svarinum hjá løgmanni til Gerhard Lognberg um Sandoyartunnilin, men sigur seg sum nú er halda seg til gjørdu semjuna, sum m.a. sigur, at 50 millíónir skulu setast av í 3 ár, innan meira ítøkiligt hendur, og tað tykist ikki nerva, at byrjað verður uppá Eysturoyartunnilin fyrst.

- Páll veit hvat hann ger. Hann hevur skrivað undir álitið, og veit hvat stendur í t,í og hvørjar treytirnar eru, so sum nú er taka vit undir, og felagið stuðlar, sigur forkvinnan.

Men hon ger greitt, at tekur ein nýggj støða seg upp viðvíkjandi samgongu, ella um slitið verður, so má málið takast upp av nýggjum, men sum er stendur Sandoyar Tjóðveldisfelag aftanfyri Páll á Reynatúgvu.