Leygardagin 8. august verður Páll Vang, fyrrverandi landsstýrismaður, 60 ár.
Tað var í 1981, at hann gjørdist annar av landsstýrismonnunum hjá fólkaflokkinum, fyrst saman við Olaf Olsen og síðan við Anfinn Kallsberg.
Her gjørdi Páll eitt gott arbeiði, og hann hevði gott politiskt hegni. Hann umsat millum annað landbúnaðarmál, og eitt av hansara avrikum var royndarstøðin, nú búnaðardepilin, í Kollafirði, sum hevur havt so stóran týdning fyri menning av føroyska landbúnaðinum.
Í 1985 varð hann valdur inn í Tvøroyar býráð, og í 1993 gjørdist hann býráðsformaður. Her kom hann rættuliga at royna seg, og til tað næsta kommunuvalið í 1996 fekk hann eina rimmar undirtøku og kundi trygt halda fram sum borgmeistari.
Fólk minnast enn, hvussu nógv hann stríddist fyri Tvøroyri. Millum annað fyri at fáa eina oljuhavn á fjørðinum. Sjálvur Mærsk McKinney Møller var á Tvøroyri í hesum sambandi. Hann tyktist at vera áhugaður fyri hesi ætlan.
Samstundis hevði Páll aðrar politiskar álitissessir, sum í nevndini fyri Føroya Brunatrygging, í stýrinum fyri Suðuroyar Sjúkrahús og sum formaður í Kommunusamskipanini. Við løgtingsvalið í 1998 var Páll bert fáar atkvøður frá at verða valdir inn á ting.
Men tíverri kom sjúka knappliga at steðga hansara politiska virksemi, tá ið tað var í hæddini. Hetta var fyrst og fremst eitt bakkast fyri hann og familjuna men eisini fyri Tvøroyri og Suðuroynna, sum misti ein sín fremsta talsmann.
Vit fegnast tó um, at Páll er komin so frægt fyri seg, sum hann er.
Vit ynskja Páll hjartaliga tillukku við føðingardegnum við bestu ynskjum fyri framtíðina.
------
Fólkaflokkurin