Tað gongur væl hjá unglingaliðnum hjá Fremad Amager, sum spældi í 3. deild bólki 1. Hetta var 10. og seinast umfar í kappingini, og undan seinasta dystinum hevði Fremad Amager vunnið allar sínar dystir. Og tað eydnaðist eisini at vinna seinasta dystin. Føroyski álopsspælarin Páll Klettskarð skoraði fyrsta málið í 6-1 sigrinum.










