Páll setti enn eitt met

Úrslitini hjá føroysku HM-svimjarunum í Melbourne hava verið avbera góð, og áðrenn Pál Joensen fór í hylin sunnunáttina at luttaka í kappingini á 1500 m frí teininum, høvdu føroyingarnir sett heili fimm nýggj met.
Sterkasta greinin hjá Pál er 1500 metrar frísvimjing, og hann setti eisini nýtt met við tíðini 16.23,56. Gamla metið átti hann sjálvur. Hetta gjørdist sostatt triðja metið, sum Pál setti í HM-kappingini, og føroysku svimjararnir hava tilsamans sett seks nýggj met á túrinum.