Páll á Reynatúgvu Í øðini inn á Høgna Hoydal

Tað er ringt at spáa um, hvussu illa framferðin hjá Høgna Hoydal hevur skatt Tjóðveldi, sigur Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, er ómetaliga misnøgdur við, hvussu menningarkvotur eru útlutaðar.

Í morgun varð greitt, hvussu menningarkvoturnar verða útlutaðar hetta næsta árið og tað tvey tvær verkætlanir í Sandoy og fýra verkætlanir í Suðuroy, sum fingu kvoturnar.

 

Les meiri um tað her: Sandoy og Suðuroy fáa meinngarkvotur

 

Og Páll á Reynatúgvu er sjáldsama hvassorðaður, tá ið hann sigur sína hugsan á Facebook um menningakvoturnar.

Hann sigur, at hann var eisini ónøgdur í fjør, men tá tagdi hann fyri ikki at órógva støðuna hjá møguligum umsøkjarum úr Sandoynni, men tá endaðu bara nøkur fá tons í Sandoynni.

– Menningarkvoturnar gjørdu tó góðan mun aðrastaðni í landinum, har ferðasambandið ikki avmarkar arbeiðsmøguleikarnar, leggur hann afturat.

– Við stóru avbjóðingunum, ið Sandoyggin hevur, er eingin ivi um, at menningarkvoturnar kundu gjørt stórt gagn, sigur Páll á Reynatúgvu.

Tí var hann ikki sørt spentur nú menningakvotur skuldu útlutast hesa ferð.

­– Eg visti, at umsøkjarar úr Sandoynni høvdu fyrireikað seg væl, og umfatandi ætlanir eru á borðinum. Ætlanir, ið kundu lyft økið aftur, so sum ætlanin við menningarkvotunum er. 

­– Hesir umsøkjarar hava bíðað í spenningi, meðan landsstýrismaðurin í onkrum slagi av atgerðarloysi enn einaferð læt vinnuna bíða eftir sær.

Men hann sigur, at nú úrslitið verður kunngjørt, er vónbrotið stórt, tí aftur fekk Sandoyggin bara »molarnar av Høgnasa borði« sum hann tekur til.

Hann freistast eisini til at halda at metingarnevndin er politiska skálkaskjólið hjá landsstýrismanninum. 

– Eg havi til tað síðsta vónað, at Sandoyggin fekk ein lítlan møguleika aftur at gera seg galdandi á fiskivinnuøkinum. Men við smáum molum, ið einans eru galdandi fyri eitt ár, er torført at byggja nakað varandi upp. Uttan mun til hvør ið fingið hevur molarnar.

– Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hann vísir á, at Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á han um at stilla upp til Løgtingsvalið.

– Eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað, sigur ein bersøgin sandoyartingmaður fyri Tjóðveldi.