Nývalda nevndin í SEV skipaði seg í dag við borgarstjóranum á Sandi sum formanni SEV fekk í dag nýggja nevnd, og á fundi aftaná skipaði hon seg við Páll á Reynatúgvu sum formanni og Jákupi Suna Lauritsen sum næstformanni næstu fýra árini.
Páll á Reynatúgvu er borgarstjóri á Sandi og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður. Jákup Suni Lauritsen er bygdaráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Hinir fimm nevndarlimirnir eru Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur í Klaksvík, Kári E. Jacobsen, býráðslimur í Runavík, Niels Olaf Eyvindsson, varaborgarstjóri í Hvalba og Pauli Petersen, bygdarráðslimur í Vestmanna.