Páll á Reynatúgvu hevur aftur tikið sæti á Løgtingið. Men tað verður bara í eina viku, tí hann hevur tikið sæti sum varamaður fyri Høgna Hoydal.
Høgni Hoydal er burturstaddur í privatum ørindum og hevur latið varamannin taka sæti á tingi hesar dagarnar, og tað er Páll á Reynatúgvu.
Sostatt tók hann sæti á Løgtingi í morgun og sostatt verður hann við í viðgerini, nú Løgtingið fer at viðgera, um Landssjúkrahúsið skal hava eina eykajáttan, so at arbeiðið upp á nýggja H bygningin kann halda fram ótarnað, og eisini skulu meiri pengar játtast til Hvalbiartunnilin í ár, umframt at peningur skal játtast til onnur endamál.
Páll á Reynatúgvu hevur annars boðað frá, at hann gevst í politikki, so hann stillar ikki upp aftur á næsta vali.