Mánadagin fer Páll á Reynatúgvu at taka seg úr SEV sum bæði formaður og nevndarlimur. Hetta er hann noyddur at gera, nú hann er valdur í løgtingið, tí sambært stýrisskipanarlógini kann ein tinglimur ikki sita í nevndum og ráðum, sum løgtingið hevur eftirlit við.
Páll á Reynatúgvu er ikki fegin um at skula leggja frá sær sum nevndarformaður í SEV.
- Mær hevur dámt arbeiðið væl, og tað hevur verið ein stór avbjóðing at leggja ætlanir fyri at leggja um til varandi orku sum vindorku og sjóarfalsorku, sigur hann.
Uppskot um hesi viðurskifti er sent eigarunum.
Páll á Reynatúgvu sigur, at samstavið í SEV hevur verið fyrimyndarligt.
Ikki er greitt, hvør tekur við sum formaður í SEV-nevndini. Bødvar Poulsen er varamaður hjá Páll á Reynatúgvu, so nú kemur hann inn í nevndina, sum skipar seg sjálv.