Páll Mohr Joensen á landsliðnum

Páll Mohr Joensen úr HB er við í landsliðshópinum, sum fyrireikar seg til landsdystin móti Íslandi sunnudagin. Hann loysir av Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi.

Arnbjørn Hansen fekk álvarsaman skaða undir Klaksvíkskappingini um vikuskiftið, og verður tí ikki tøkur hjá Heðini Askham, sum fyribils stendur á odda fyri landsliðnum.

Páll Mohr Joensen spældi í 2007 tveir landsdystir fyri U21-landsliðið. Hetta er fyrstu ferð, at hann er í A-landsliðshópinum.