Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur ikki tikið endaligu støðu viðvíkjandi uppstilling til bydaráðsvalið heima á Sandi.
Hann var seinast valdur á kommunvalinum við 68 atkvøðum og var fyrstvaldur heima á Sandi, men listi C, sum Páll á Reynatúgvu stillaði upp á, kom í minniluta í bygdaráðnum.
Páll á Reynatúgvu fæst ikki at siga hvørt hann stillar upp ella ikki, men hann vil ikki avnoktað tað.
Hann hevur í løtuni farloyvi úr bygdaráðnum vegna sítt embæti sum løgtingsformaður, men tað er einki, sum forðar honum í at stilla upp aftur.
- Tað er eitt demokratiskt mandat og eg kann stilla upp. Forðingin er sjálvandi um eg skuldi verið í uppskotið til at gerast borgarstjóri, tá skal eg fáa loyvi til tað, sigur Páll á Reynatúgvu.









