Ein av frægu HB-arunum í gjár var hart arbeiðandi áleyparin, Páll Mohr Joensen. Hann tekur soleiðis saman um:
- Eg haldi tað er í lagi, at teir vinna í dag. Grundað á tað, at vit ikki eru góðir nokk. Vit skapa ikki nógvar málmøguleikar. Vit hava møguleikan at skora til 2-1, men ikki nógv meir enn tað, segði Páll eftir dystin. Hann legði afturat, at brotssparkið sá út til at vera heldur bíligt, men viðgekk samstundis, at Petur Reinert helst skuldi havt betri greiðu á hasum tingunum, enn hann sjálvur.
HB er ikki beinleiðis tiltikið fyri at geva venjarunum langa lívlinju, men Páll metir ikki, at Rúni Nolsøe skuldi fingið sekkin.
- Eg haldi ikki, at loysnin er bara at koyra venjaran. Vit mugu bara spæla tað, sum vit hava at spæla fyri. FM er órealistiskt júst nú, men vit hava nógvar ungar leikarar at spæla inn á liðið. Tað vildi verið gott at bygt upp á næst ár, heldur Páll Mohr Joensen.










