Páll í hopla í Leirvík

Víkingur-NSÍ: Í fótbólti gekk tað sum eftir ánni hjá Víkingi, nú tað var víkingadagur. Eftir at besta liðið hevði vunnið 2-1 ímóti KÍ í Sarpugerði, megnaði næstbesta liðið at vinna trivaligan 5-2 sigur í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

Stóri maðurin í hesi oyggjauppgerðini var Páll A. Klettskarð. Klaksvíkingurin í Víkingi hevur verið darvaður av skaða mest sum alt kappingarárið. Nú er eitt sindur síðani, at hann aftur fór at venja, og í uppgerðini í Leirvík í kvøld vísti Páll, at hann rættuliga er við at koma fyri seg aftur.

Páll A. Klettskarð skoraði fýra mál í ein hálvan tíma. Tað fyrsta skoraði hann í 35. minutti, og tað síðsta skoraði hann í 64. minutti.

Tað var annars NSÍ, sum legði bragdligari fyri, og eftir átjan minuttir vóru gestirnir frammanfyri 2-0. Málskjúttar vóru Dusko Jovanovic og Sjúrður Jacobsen. So var tað, at heimaliðið og serliga Páll A. Klettskarð fóru at gera um seg. Páll skoraði tvær ferðir, og so var javnt í hálvleikinum. Eitt lítið korter eftir steðgin legði Kaj Leo í Bartalsstovu Víking framum 3-2, og seks minuttir seinni hevði Páll A. Klettskarð aftur skorað tvær ferðir og harvið staðfest trivaliga 5-2 heimasigurin, sum ber við sær, at Víkingur heldur summarfrí omanfyri niðurflytingar strikuna.

Hóast trivaliga tapið í dag, so er NSÍ framvegis á fimta plássi.