Páll heldur fram á meistaraliðnum

Møguleiki er fyri, at KÍ álopsspælarin næsta ár kann skriva søgu í Klaksvík

Fyrstu vikurnar, eftir at hann í summar flutti aftur úr Italia og til barndómsfelagið, gekk tað ikki so væl hjá Páll A. Klettskarð, sum hevði verið darvaður av skaða.

Fram ímóti kappingarenda var hann í eyðkenda lagnum og skoraði fleiri avgerandi mál. Tí hevur seinastu tíðina eingin ivi verið um, at tað fór at verða kærkomið í KÍ leguni, um nýggjur sáttmáli varð skrivaður við álopsspælaran.

Norðlýsið veit í kvøld at siga, at nú er sáttmáli undirskrivaður millum KÍ og Páll A. Klettskarð, sum harvið í 2020 heldur fram í barndómsfelagnum.

Páll A. Klettskarð hevur higartil skorað 111 mál fyri KÍ. Málmetið eitur Kurt Mørkøre, sum skoraði 121 mál í KÍ troyggjuni. Tí er tað ikki óhugsandi, at Páll fer at taka metið hjá Kurt. Spurningurin er, um tað fer at eydnast í 2020, tá ið setningurin hjá KÍ verður at endurvinna FM heitið.

Ísak Simonsen hevur verið vongverji og viðhvørt miðverji hjá KÍ nógvu tey seinastu árini. Nú er greitt, at hann eisini verður í bláa og hvíta búnanum í 2020.