Liðformaðurin hjá KÍ, Páll Klettskarð, fegnaðist um tey trý týdningarmiklu stigini, sum KÍ fekk umvegis 3-1-sigur ímóti Skála í dag, og at teir nú leggja trýst á HB í oddastríðinum.
Hann heldur, at evropeisku dystirnir hava verið við til at fáa KÍ upp í leikferð, og at hetta var við til at renna Skála umkoll í dag.
Hoyrið samrøðuna, sum FM1 hevði við Páll Klettskarð í dag, omanfyri.