Páll Guðlaugsson skiftir eftir íslendsku kappingina í ár til Keflavík, har hann skal verða venjari.
Tað veit íslendska blaðið DV at siga frá álítandi keldum, sum ikki verða nevndar.
Blaðið skrivar, at munnlig avtala er gjørd millum Keflavík og Páll Guðlaugsson um, at hann skal venja Keflavík næsta kappingarár.
Páll Guðlaugsson hevur verið venjari hjá Leiftri í tvey ár, eftir at hann var venjari í Føroyum í nógv ár, millum annað hjá A-landsliðnum og GÍ.
Í ár stríðist Leiftur um triðja pláss í kappingini aftanfyri KR og ÍBV, men í fjør var liðið nær gulli, tá tað spældi seg í íslendsku steypafinaluna, men tapti hana.
Føroyskir spælarar til Íslands
Venjaraparið hjá Keflavík, Gunnar Oddson og Sigurð Bjørgvinsson, fingu sekkin mitt í kappingini, og síðani tá hevur Kjartan Másson røkt venjarastarvið í felagnum. Men hann var ber ein fyribilsloysn, og varandi loysnin er sambært DV Páll Guðlaugsson.
Í Leiftri hava tveir føroyskir spælarar spælt. Jens Martin Knudsen hevur vart málið og Uni Arge hevur verið í álopinum, har hann ferð eftir ferð hevur gjørt mál. Teir báðir føroysku spælararnir hava gjørt so góða reklamu fyri sær sjálvum í íslendskum fótbólti, at tað fer ikki at standa á hjá teimum at halda fram í kappingini har.
Spurningurin er so, um føroyskir spælarar verða aktuellir til liðið í Keflavík. Umframt teir báðar í Leiftri hava eisini spælarar sum Eyðstein Skipanes úr NSÍ og Henning Jarnskor og Sámal Joensen úr GÍ verið upp á tal hjá íslendskum liðum.










