Páll goymir uppgerð til eftir val

Páll á Reynatúgvu sigur, at hann framvegis er partur av tjóveldisliðnum í valstríðnum. Ónøgdsemi við floksleiðsluna, nú Elis Poulsen er uppstillaður á tjóðveldislistanum, ætlar hann at goyma til eftir valið Kendi útvarpsmaðurin, Elis Poulsen, er valevni fyri tjóðveldisflokkin, hóast valfelagið í Sandoynni vrakaði hann á uppstillingarfundi. Lokala valfelagið valdi bara at hava eitt valevni fyri at styrkja um møguleikan at fáa mann á ting.

Men feløgini í Suðurstreymoy og Norðoyggjum valdu eftir áheitan frá floksleiðsluni at stilla Elis Poulsen á vallistan.

Páll á Reynatúgvu sigur seg undrast yvir, at ein limur í Sandoyar Tjóðveldisfelag verður settur á valevnislistan, eftir at ein greiður meiriluti á uppstillingarfundi hevur vrakað viðkomandi.

- Eg havi biðið floksleiðsluna um eina frágreiðing. Flokkarnir byggja á reglur og lógir, og tað sama gera valfeløgini. Og tað hevur stóran týdning, at reglurnar vera fylgdar, og at lokal feløg og leiðslur virða hvønn annan, sigur Páll á Reynatúgvu. Og henda virðing haltar, tá eitt vrakað valevni sleppur á listan kortini, heldur hann.

- Tað er týdningarmikið at øll eru líka stillaði, tá tað snýr seg um at koma upp á listan. Og í hesum førinum er eitt valevni komið á listan uttan at verða valdur á uppstillingarfundum.

Men hóast sandoyartingmaðurin hjá Tjóveldi undrast um hetta mál, ætlar hann ikki, at hetta skal ávirka valstríðið.

- Eg eri ein partur av liðnum og havi fingið stórt álit frá Sandoyar Tjóðveldisfelag. Hetta álit ætli eg ikki at svíkja, sigur Páll á Reynatúgvu, sum fekk 43 atkvøður á upptstillingarfundinum, har Elis Poulsen fekk 10 og varð vrakaður.