Páll gevst í Klaksvík

KÍ liðformaðurin verður eftir øllum at døma ikki partur av liðnum eftir vetrarsteðgin

Ein av drúgvastu KÍ spælarunum nógvu tey seinastu árini verður eftir øllum at døma ikki á liðnum, sum eftir vetrarsteðgin fer undir fyrireikingar til nýtt kappingarár.

 

Talan er um 28 ára gamla álopsspælaran Páll Andrasson Klettskarð. Síðani í summar hevur hann í fleiri umførum verið í Danmark, og nú fyrireikar hann seg at flyta niður. Unnustan er undir lestri í danska høvuðsstaðnum, og tað er ætlanin hjá Pálli, sum er útbúgvin handverkari, at flyta niður.

 

Páll Klettskarð er liðformaður í KÍ, og hann er ein av fýra spælarum, sum hevur verið við allar dystirnar á tamb í hesum kappingarárinum. Hinir eru Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic og Jóannes K. Danielsen. Páll A. Klettskarð hevur sambært faroesoccer.com spælt 209 dystir í landskappingini í bestu deildini, og hann hevur skorað 109 mál. Fjúrtan ferðir hevur Páll umboðað Føroyar á A-landsliðnum.

 

Eftir summarsteðgin í 2010 og alt kappingarárið 2011 spældi Páll við Víkingi. Annars hevur hann bara umboðað KÍ í heimligu kappingini. Páll gekk í studentaskúla á Amager. Tá spældi hann við Fremad Amager, sum Todi Jónsson tá var høvuðsmaður í.

 

Páll fer at spæla við KÍ tey fýra umførini, sum eru eftir av hesum kappingarárinum. Dystirnir eru ímóti AB á heimavølli, 07 Vestur á útivølli, Suðringum á heimavølli og á útivølli ímóti NSÍ.

 

Á keldum í KÍ leiðsluni skilst, at tað verður arbeitt við at finna spælara, sum kann vera við til at styrkja um KÍ álopið, tí tað verður roknað við, at Páll ikki verður tøkur frá kappingarbyrjan næsta ár.