Borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, fær fullan stuðul frá meirilutanum í sambandi við kærur frá minnilutanum Borgarstjórin á Sandi og meirilutin í Sands bygdarráði hava nú svarað Innlendismálaráðnum um kærurnar frá minnilutanum.
Og Páll á Reynatúgvu fær fullan stuðul frá meirilutanum í tveimum kærum, sum minnilutin hevur um ein FIFA-vøll og pening, sum er goldin til barnagarðin á Teiginum. Tað sigur Kringvarpið.
Um FIFA-vøllin og niðurtikna bygningin hjá Timburhandlinum sigur borgarstjórin millum annað, at hann metir seg hava virkað innan allar skrivaðar og óskrivaðar heimildir, og hevur handlað bæði til fíggjarligan fyrimun fyri kommununa og fylgt sakkunleikans tilráðingum við fullum politiskum stuðli frá meirilutanum.
Um goldnu rokningina hjá barnagarðinum sigur borgartjórin millum annað, at kommunustýrið fleiri ferðir er kunnað um fíggjarligu støðuna í barnagarðinum, bæði á fíggjarnevndarfundi og í nevndini fyri barnagarðin, har bæði meiriluti og minniluti hava umboðan.
Kelda: Kringvarpið










