Páll Finnur Páll á Voxbotn

– Tá ið Voxbotn fer av bakka­stokki 29. juni, verður tað eisini við Føroya best um­tókta bólki í nýggjari tíð - Páll Finn­ur Páll.

Tað skrivar fyrireikararnir av fest­i­val­i­num Voxbotn í morg­un.
Teir vísa á, at seinastu 10 ár­ini hava Páll Finnur Páll ferð eftir ferð savnað tjóðina við sínum vælsvingandi og pro­vo­ker­andi sangum.

– Við hittum sum For­elsk­að­ur Sjónleikari, Herbergið, Eg, Fari mín Egna Veg, Mín Russ­iski Vinur, Grannin og mangt annað hava menninir í Páll Finn­ur Páll tikið Føroyar á bóli og savnað tjóðina ó­telj­andi ferðir. Umframt eina ørgrynnu av hittum, eru Páll Finnur Páll eisini at meta sum besti live bólkurin í Før­oy­um, og hvørja ferð teir trína á ein pall, kunnu á­skoð­ar­ar­nir vænta eitt brak av ein­ari framførslu, skriva fyri­reik­ar­ar­nir, og leggja afturat:
– Tað er eingin ivi um, at Páll Finn­ur Páll fara at geva øll­um Vox­botn fjepparum eina fest­liga, fríska og freka løtu 29. juni, tá ið teir byrja sína summ­ar­rund­ferð í ár í Vox­botni.