Aftur í ár skipar Smyril Line fyri túri til Íslands, sum er málrættaður teimum ungu.
Lagt verður upp til ein spennandi túr við hópin av undirhaldi, og høvuðsnavnið á túrinum er ongin annar enn Páll Finnur Páll.
Umframt Páll Finur Páll verða fleiri aðrir tónleikarar við á túrinum. Hesir eru: DJ Cool, DJ Tummix, Pete Fox, DJ Rex og Eyðun Nolsøe.
Norröna liggur hálvtannað samdøgur í Ísland, so tá verður møguleiki at fara ein túr í land.
Farið verður úr Føroyum tann 18. apríl og komið verður aftur tann 21. apríl. Sostatt liggur túrurin mitt í páskafrítíðini.










