Páll Finnur Páll við einum lagi afturat

Býurin Svevur eitur seinna lagið hjá Páll Finnur Páll í hesi syftu.

 

Fyrr í summar fóru seks limirinir í Páll Finnur Pàll í summarhús á Sandi at upptaka tvey nýggj løg. Fyrra lagið, Nær kemur tú heim, var klárt fyri tveimum vikum síðani.

Í dag er seinna lagið liðugt og klárt at útgeva. Tað eitur Býurin Svevur og verður í næstum lagt út á stroymingartænasturnar. Tað liggur tó longu á youtube og kann hoyrast her:

https://www.youtube.com/watch?v=12Wt44jNptA

Eisini hesaferð hava Páll Finnur Páll heitt á Daniu O. Tausen at hjálpa við síni rødd.

Theodor Kapnas hevur miksað.

Bólkurin Páll Finnur Páll varð stovnaður í Hoydølum í 1999. Hesi 21 árini hevur bólkurin latið fimm útgávur og fimm stakløg úr hondum.